Loyvi at geva bóndum loyvi at skjóta gæs, var ikki bygt á haldgott prógv um fíggjarligan miss, ei heldur fekk tað stuðul frá nakrari serkønari vitan, uttan tí eina áhugabólkinum sum hevði reist málið. Um eg minnist rætt, so mæltu trýggir hoyringsmynduleikar ímóti, at broyta lógina, og ein (Búnaðarstovan) mælti fyri. Avgerðin bleiv sum kunnugt, allíkavæl at geva bóndum undantaksloyvi at skjóta grágæs.

Nú trý ár seinni verður borið framm, at tilsamans 530 grágæs eru fráboðaðar sum skotnar, og annars er ongin nýggj vitan innsavnað. Vit vita framvegis onki um føroyska bústovnin, um hvussu hann er knýttur at stovnum aðrastaðnis við innflyting og útflyting, vit vita onki um hvussu nógv kemur undan. Øll hesi vistfrøðiligu mátini sum eitthvørt sivilisera land hevði kravt av sínari náttúruumsiting, hava vit ikki. Vit vita ikki um 530 gæs er for nógv ella for lítið til at tryggja at grágásastovnurin ikki verður oyddur. Ein nýtist heldur ikki, at verða serfrøðingur, fyri at vita at tølini sum verða rapporteraði, eru sannlíkt ein undirmeting av tí veruliga talinum. Hetta hava vit ei heldur nakra vitan um. Øll vitanin sum skal tryggja at grágásastovnurin verður veiddur burðardygt er og verður ikki innsavnað.

Tað kom ikki bak uppá nakran, at fólkaflokks landstýrismaðurin onki legði í náttúruna ella frøðina í 2014, men at sitandi landstýrismaður nú velur at leingja tað loyvi, við nøjaktiga somu vitanar manglum sum seinast, verður ein strikað í rokningina hjá honum. Hetta er eisini rættiliga yvirraskandi, fyri tey ið høvdu ímynda sær, at núverandi landstýrismaður hevði ítøkiligar ætlanir, at umsiting av føroyska náttúrutilfeinginum skuldi byggjast á vitan og lívfrøðilig atlit.

Henda lógarbroytingin bleiv gjøgnumførd við tí lyftinum at vitan skuldi innsavnast. Tað er ikki uppfylgt. Er tað ikki rættiliga absurd at ein fuglastovnur, skal umsitast av tí sama stovninum sum ynskir at minka hann? Búnaðarstovan hevur ikki nakrastaðni í sínari endamálsorðing at hon skal syrgja fyri burðardyggari veiðu av einum villum fuglastovni. Og um ein teljing verður gjørd, finst so nøkur vísindalig ekspertisa til at siga hvussu stórur ein burðardyggur stovnur er?

Grágásatýning liggur sum málsøki hjá Búnaðarstovuni. Tað vildi svara til at Visit Faroe Islands fekk ábyrgd at umsita føroyska likkustovnin, tí at likkur gera seg inn á ferðafólk. WTF!?

Donald Rumsfeld segði “There are known knowns, known unknowns, and unknown unknowns”. Tað tragiska við hesari óseriøsu praksis sum bleiv gjøgnumført í 2014 er at vit vita akkurát líka lítið nú sum vit gjørdu tá, og tað er onki útlit fyri at hetta verður nakað betri. Í hesum førum hava vit bara unknown unknowns.

Tað hevði ikki verið óvæntað at Landstýrismaðurin fer at siga at kanningar verða nú settar í verk, men eg loyvi mær at ikki trúgva tí fyrrenn eg síggi tað. Vit bíða á 10. árið eftir einari náttúruverndarlóg, og vit bíða framvegis eftir einari dagførdari rottukunngerð sum hevur verið á gáttini í yvir 3 ár.

 

Meir kann lesast um grágásina her

Advertisements